Leiðarin í Norðurkorea, Kim Jong-un, og forsetin í Kina, Xi Jinping, eru á fundi í norðurkoreanska høvuðsstaðnum, Pyongyang, vorðnir samdir um at styrkja samstarvið landanna millum.
Tað skrivar almenna norðurkoreanska tíðindastovan KCNA, sambært Reuters tíðindastovuni.
Xi Jinping kom mánadagin til Pyongyang, har Kim Jong-un tók ímóti honum. Reyða langmáttan var rullað út fyri kinesisku forestavitjanini, ið varðir í tvey samdøgur.
Hetta er fyrsta vitjanin hjá Xi í Norðurkorea í sjey ár, skrivar Ritzau.
Sambært KCNA eru leiðararnir báðir vorðnir samdir um at víðka samstarvið á fleiri økjum. Eitt nú við at styrkja hernaðarliga samskiftið við fleiri vitjanum av høgtstandandi embætisfólkum hjá hvørjum øðrum, skrivar Ritzau.
![]()
Kinesisk og norðurkoreansk fløgg prýddu gøturnar í Pyngyang í gjár (Mynd: Kim Won Jin/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald