Uttanlands

Kina: 13 børn deyð í eldsbruna á kostskúla

Fríggjakvøldið kyknaði eldur í einum sovisali á einum privatum kostskúla, har 30 børn í aldrinum 9-10 ár svóvu

Dronumynd av skúlanum (Mynd: Xinhau/AP)

Dronumynd av skúlanum (Mynd: Xinhau/AP)

2024-01-21 10:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið lóti 13 børn lív, tá eldur kyknaði í einum sovisali á einum privatum kostskúla í kinesiska Henan-landslutinum.

Umleið 30 skúlabørn vóru á sovisalinum. Eitt barn varð løstað og sent á sjúkrahús.

Børnini, sum lótu lív vóru um 9-10 ára aldur, skrivar kinesiska Xinhau-tíðindastovam sambært altjóða miðlum.

Fyrstu fráboðanirnar um eldin komu umleið klokkan 23 fríggjakvøldið lokala tíð. Tilbúgvingin var skjót á staðnum, og eldurin var sløknaður ein góðan hálvan tíma seinni. Lokalu myndugleikarnir eru í ferð við at kanna, hvussu eldurin kyknaði.

Slíkar hendingar koma regluliga fyri í Kina orsakað av lagaligum trygdarkrøvum og vánaliga handhevjan av trygdini.

Eitt nú í november í fjør lótu 26 persónar lív, og fleiri afturat vórðu send á sjúkrahús, eftir at eldur kyknaði í einum skrivstovubygningi í Shanxi-landslutinum í norðara parti av landinum. Sama ár lótu 16 kvinnur og 13 menn eisini lív í einum eldsbruna á einum sjúkrahúsi í høvuðsstaðnum Beijing.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder