Í kinesiska stórbýnum Xi'an hava allir 13 milliónirnar, sum búgva í býnum í dag fingið boð um at halda seg heima. Tað er økta koronusmittutalið, sum hevur fingið myndugleikar at seta strangari tiltøk í verk.
Annan hvønn dag sleppur ein persónur úr hvørjum húski út at avgreiða neyðugu innkeypini, annars skulu øll halda seg innandura. Tó eru undantøk í neyðstøðum.
Xi'an er høvuðsstaður í norðurkinesiska landslutinum Shaanxi. Síðan 9. desember eru 143 koronusmittutilburðir skrásettir í býnum. Mikudagin vórðu tilsamans 52 nýggir tilburðir skrásettir.
Í gjár varð eisini boðað frá, at ætlanin er at kanna allar borgarar í Xi'an fyri koronu.
Í høvuðsstaðnum Beijing eru tey í ferð við at fyrireika seg til vetrar-OL, sum skal vera í býnum í februar, og tí stríðast myndugleikarnir við at niðurberja lokalu smittuútbrotini í fleiri býum.
Kina koyrir í løtini við einum so at siga null-toleransu politikki. Eitt nú í býnum Dongxing í sunnara parti av Kina, fingu 200.000 fólk boð um at halda seg heima, eftir at ein smittutilburður varð staðfestur í økinum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald