Í Kina fingu tey ein heldur keðiligan enda á 2021. Í seinastu vikuni av farna árinum vórðu skrásettir 1.151 nýggir smittutilburður.
Í mun til talið, sum verður skrásett aðrastaðni er hetta ikki eitt serliga høgt tal, eisini havandi í huga, at Kina er millum fólkaríkastu lond í heiminum. Men hetta er tó hægsta talið, sum Kina hevur skrásett yvir eitt sjey dagar langt tíðarskeið, síðan fyrsta bylgja av koronu herjaði í 2020 – í øllum førum sambært almennu tølunum.
Í Kina, har vetrar-OL eftir ætlan skal haldast í februar, hava tey ein nultoleransu-politik tá tað kemur til koronu, og gera myndugleikarnir nógv fyri at steðga smittuútbrotini.
Eitt nú í farna mánað stongdu myndugleikarnir býin Xi'an, ið er høvuðsstaður í norðurkinesiska landslutinum Shaanxi, hava teir 13 milliónirnar, sum búgva har, fingi forboð ímóti at fara út. Fyrst varð loyvt hjá einum persóni úr hvørjum húski at fara út fyri at avgreiða neyðug innkeyp annan hvønn dag, men nú sleppur eingin út, um tað ikki er fyri at verða kannaður fyri koronu, skrivar DR.
Afturlatingin hevur við sær, at nógvir borgarar mangla mat. Mat verður, eftir ætlan koyrt til dyrnar hjá fólki, men trot er á sjálvbodnum til at koyra matin út. Ein onnur orsøk er eisini, at fleiri útkoyrarar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald