Í Kina hevur koronasmittan av álvara gjørt um seg seinastu tíðina, síðan myndugleikarnir lótu samfelagið uppaftur í desember, og stúrt hevur verið fyri, at hátíðarhaldið av kinesiska nýggjárinum, sum er í dag, fór at elva til stóra smittuspjaðing í stórum parti av landinum.
Men tað er ósannlíkt, sigur Wu Zunyou, ovasti smittuverjufrøðingur í landinum sambært Reuters.
Átta av tíggju fólkum í Kina, sum hevur 1,4 milliardir íbúgvar, hava nevniliga longu havt smittuna, sigur hann uttan at koma nærri inn á, hvar hetta talið stavar frá.
Komandi mánaðirnar er vandin fyri einum størri smittuútbroti tí rættiliga lítil, leggur hann afturat.
Í sambandi við kinesiska nýggjárið, ferðast nógv fólk úr kinesisku stórbýunum um hesa tíðina at hátíðarhalda nýggjárið við familjum aðra staðni í landinum, og metir kinesiski samferðslumálaráðharrin sambært CNN, at talan verður um tilsamans tvær milliardir ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald