2021-10-25 18:47

Í Kina er ætlanin nú at koppseta børn, sum eru heilt niður í trý ár, fyri koronu, og í fimm landslutum ætlar mann at gera hetta til krav.
Hetta verður gjørt fyri at sleppa undan fleiri smittuútbrotum, skrivar DR.
Tilsamans eru 76 prosent av kinesiska fólkinum liðugt koppsett fyri koronu. Tað merkir, at 1,07 milliardir av teimum 1,4 milliardunum, sum búgva í Kina, eru liðugt koppsett.
Tvey koppingarevni vórðu í juni góðkend í Kina til børn millum trý og 17 ár, men higartil hava kinesisku myndugleikarnir bert koppsett børn yvir 12 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald