Posar, súgvirør og bestikk úr einnýtisplasti verður millum vørurnar, sum skjótt verða bannaðar í Kina.
Sambært DR, er plastburturkast ein stórur trupulleiki í landinum, og er tað serliga matstovuvinnan, sum skal gera broytingar. Frá 2025 skulu matstovur nevniliga hava minkað um plastnýtslu sína við 30 prosentum.
Í støðum verður eisini bannað at selja aðrar plastvørur, men enn er ikki greitt, hvørji støð talan er um.
Forboðið kemur longu í gildi í stóru býunum í endanum av hesum árinum, og ætlanin er, at forboðið skal umfata plastnýtsluna í enn fleiri býum í 2022.
Longu í 2018 steðgaði kinesiska stjórnin øllum innflutningi av plastburturkasti.
Í 2016 endaðu tveir triðingar av heimsins plastburturkasti í Kina, og hóast hetta gav lokalu fyritøkunum eina góða inntøku, gjørdist hetta eisini ein stórur trupulleiki fyri umhvørvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald