Uttanlands

Kina ætlar at lata koppsetingarstøðir upp í útlondum

Endamálið er at bjóða kinesarum í útlondum koppseting við koppingarevni, sum er framleitt í Kina – Hvar hesar koppsetingarstøðirnar skulu vera, verður ikki upplýst

Kinesiskar koppsetingarstøðir skulu latast upp í londum, har umstøður eru til at bjóða kinesarum hesa tænastuna, sigur kinesiski uttanríkismálaráðharrin, Wang Yi (Mynd: EPA)

Kinesiskar koppsetingarstøðir skulu latast upp í londum, har umstøður eru til at bjóða kinesarum hesa tænastuna, sigur kinesiski uttanríkismálaráðharrin, Wang Yi (Mynd: EPA)

2021-03-07 12:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kinesarar í útlondum skulu hava eitt stað, har teir kunnu blíva koppsettir fyri korona við koppingarevni, sum er framleitt í Kina, heldur kinesiska stjórnin, sum tí ætlar at lata fleiri koppsetingarstøðir upp í útlonum.

Hesar støðir skulu latast upp í londum, har umstøður eru til at bjóða kinesarum hesa tænastuna, sigur kinesiski uttanríkismálaráðharrin, Wang Yi sambært Ritzau.

Wang Yi sigur eisini, at fleiri kinesiskir ríkisborgarar í útlondum longu eru vorðnir koppsettir við kinesiskum koppingarevni. 

Einki verður tó upplýst um, í hvørjum londum hesar koppsetingarstøðirnar skulu vera.

Kina hevur ment fleiri koppingarevni, og ætlanin er at 40 prosent av borgarunum í Kina (samlað fólkatal: 1,4 mia.) hava fingið koppsetingina áðrenn juli.

Sambært Wang Yi, samstarvar Kina eisini við Altjóða Olympisku Nevndini (IOC) um koppingarevni. Kina ætlar sær nevniliga at hjálpa við at tryggja, at ítróttafólk, sum skulu luttaka í OL, eru koppsettir.

OL verður í japanska høvuðsstaðnum Tokyo í summar, og eftir ætlan verður vetrar-OL í Kina í 2022.

Kina er eisini partur av altjóða Covax-samstarvinum, sum er eitt átak, ið skal tryggja koppingarevni til øll. Kinesiska stjórnin hevur boðað frá, at hon fer at bjóða Covax tíggju mió. skamtar av koppingarevni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder