Í 2022 minkaði fólkatalið í Kina fyri fyrstu ferð síðan 1961, og tað sama hendi í fjør.
Í januar 2023 varð staðfest, at 850.000 færri fólk vóru í landinum í mun til somu tíð árið fyri, og fólkaminkingin í 2023 var meira enn tvífalt so stór.
Sambært tíðindastovuni Reuters, ið endurgevur tøl frá kinesisku hagstovuni, NBSC, minkaði fólkatalið í 2023 við 2,08 milliónum.
Frágreiðingin hjá NBSC fyri hesa stóru minking í fólkatalinum er eitt søguliga lágt burðartal og eitt søguliga høgt deyðstal.
Í fjør vórðu 9,02 milliónir føðingar í Kina, 6,39 føðingar per 1.000 fólk, ið er tað lægsta nakrantíð. Eisini vóru 11,1 millión andlát, 7,87 per 1.000 fólk, ið er tað hægsta síðan 1974.
Kina hevur fyrr verið heimsins fólkaríkasta land, men landið var í fjør yvirhálað av India.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald