Uttanlands

Kina: Átta dripin í kníválopi

Drápsmaðurin, ein 21 ára gamal maður, varð handtikin av løgregluni leygarkvøldið, og hann hevur játtað seg sekan

Álopið hendi á einum lærustovni í býnum Wuxi (Mynd: Getty Images)

Álopið hendi á einum lærustovni í býnum Wuxi (Mynd: Getty Images)

2024-11-17 14:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Átta fólk vórðu dripin, og 17 onnur særd í einum kníválopi í kinesiska býnum Wuxi í gjár.

Drápsmaðurin, ein 21 ára gamal lesandi, varð handtikin av løgregluni á einum lærustovni klokkan 18.30 lokala tíð í gjár, og hann hevur játtað seg sekan, skrivar Ritzau.

Sambært løgregluni var 21 ára gamli maðurin m.a. illur um, at hann ikki hevði fingið sítt prógv, av tí at hann ikki hevði staðið fleiri av sínum próvtøkum.

Hetta er ikki fyrsta álopið, sum hevur skelkað Kina hesa vikuna. Mánadagin koyrdi ein bilur inn í eina mannamúgvu í býnum Zhuhai. Í minsta lagi 35 vórðu dripin, og 43 onnur særd.

Les eisini: Kina: Bilur koyrdi inn í fólkamongd – 35 deyð


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder