Uttanlands

Kina: Avrættaður fyri at koyra inn í mannamúgvu

Ein 62 ára gamal maður, sum drap 35 fólk í november, er blivin avrættaður

Maður leggur blómur til minnis um tey, sum lótu lív í álopinum í Zhuhai í november (Mynd: EPA)

Maður leggur blómur til minnis um tey, sum lótu lív í álopinum í Zhuhai í november (Mynd: EPA)

2025-01-20 08:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 62 ára gamal maður, sum drap 35 fólk og særdi 43, tá hann koyrdi inn í eina mannamúgvu í kinesiska býnum Zhuhai 11. november, er blivin avrættaður, boða kinesiskir statsmiðlar frá í morgun.

Maðurin, sum játtaði seg sekan í rættinum, varð dømdur til deyða síðst í desember. Sambært løgregluni var orsøkin, at maðurin var maðurin illur og ónøgdur við ognarbýtið í sambandi við hjúnaskilnað, skrivar Ritzau.

Sambært BBC vóru tilsamans 19 slík álop á fremmandafólk í Kina - harav tvey onnur í november. Tað er ein øking í mun til undanfarin ár. Tilsamans 63 vórðu dripin og 166 vórðu særd í hesum álopunum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder