Eisini kinesiska uttanríkisráðið vísir nú aftur útsøgnunum um, at Feng Tie, sendiharri Kina til Danmarkar, skal hava lagt trýst á føroyskar myndugleikar til at gera avtalu við kinesiska telerisan Huawei.
- Kina og Føroyar eru góðir samstarvsfelagar. Tá kinesiski sendiharrin hitti embætisfólk í Føroyum, útinti hann sína uppgávu, tosaði um vinalag og samstarv og um verju av lógligu rættindunum og áhugamálunum hjá kinesiskum vinnufyritøkum. Tað, sum kemur fram í miðlunum eru ósonn og illviljað tíðindi.
Soleiðis segði talskvinnan hjá uttanríkisráðnum, Hua Chunying, tá hon varð spurd um málið á regluligum tíðindafundi í gjár.
Hetta kemur fram á eini frásøgn frá fundinum, sum sendistovan í Keypmannahavn hevur lagt út á heimasíðu sína.
Eftir eitt samráð við løgtingsins uttanlandsnevnd seinnapartin í gjár vístu bæði Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanlandsmálum og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eisini aftur, at hóttanir vóru í luftini á fundinum 11. november, eins og tað eftir øllum at døma framgongur av nógv umrøddu upptøkuni hjá Kringvarpinum.
Talskvinnan varð biðin um at gera viðmerkingar til útsøgnirnar um, at sendiharrin hevur hótt við at sleppa ætlaðu fríhandilsavtaluni millum Føroyar og Kina.
- Kina og Føroyar eru ikki í samráðingum um eina fríhandilsavtalu, so ein slík kann ikki sleppast. Um tú hyggur eftir hvussu høgt standandi amerikansk embætisfólk støðugt leggja eftir kinesiskum fyritøkum, so fært tú eina hylling av, hvaðani hóttanirnar koma, segði talskvinnan við spyrjaran.
Talskvinnan, Hua Chunying
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald