Uttanlands

Fyrsta stóra kinesiska ferðafólkaflogfarið verið sín fyrsta túr

Vónin er, at C919-flogfør, sum kinesiska fyritøkan Comac hevur framleitt, í framtíðini kunnu kappast við Airbus og Boeing

Mynd frá royndarflúgving í 2017 (Mynd: EPA)

Mynd frá royndarflúgving í 2017 (Mynd: EPA)

2023-05-28 14:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin var fyrsta kinesiskt framleidda ferðafólkaflogfarið á sínari fyrstu ferð við 130 ferðafólkum um borð.

Hetta er ein mílasteinur fyri kinesiska flúgving og ein sigur fyri kinesiska nýmenning, siga myndugleikarnir í Kina sambært Ritzau.

Hetta slagið av flogfari – C919 – er ment og bygt av felagnum Comac, sum kinesiski staturin eigur. Byrjað var at menna flogfarið í 2008, og trý ár seinni byrjaði framleiðslan. Fyrsta royndarflúgvingin var í 2017, og síðan hevur Comac arbeitt við at fáa allar neyðugu góðkenningarnar uppá pláss.

Flogfelagið China Eastern Airlines hevur higartil bílagt fimm C919-flogfør, sum hava pláss fyri uml. 164 ferðfólkum, og tað fyrsta kom í desember. Men tað var ikki fyrr enn í dag, at tað fyri fyrstu ferð varð brúkt til ferðafólkaflúgving.

Fyrsta flogferðin hjá nýggja flogfarinum var millum Shanghai og Beijing.

Í framtíðini fara flestu ferðafólkini at kunna flúgva við stórum flogførum, sum eru framleidd í Kina, siga kinesiskir statsmiðlar, og er vónin hjá kinesisku myndugleikunum, at C919 fer at kunna kappast við vesturlendsku Airbus og Boeing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder