Ein kinesiskur dómsstólur hevur í dag givið einum kanadiskum vinnulívsmanni 11 ára fongsulsrevsing fyri at njósnast.
Maðurin, Michael Spavor, verður eftir ætlan vístur av landinum, men nær er ikki greitt. Vanligt er, at ein verður útvístur, eftir at hava sitið revsingina, men í serligum førum kann tað verða gjørt áðrenn, upplýsir ein løgfrøðingur í Beijing fyri tíðindastovuni Reuters.
Kanadiski forætisráðharrin, Justin Trudeau sigur, at dómurin er "óforsvarligur og órættvísur". Hann hevur áður lagt Kina undir at rættarsøkja Michael Spavor og ein annan kanadiskan mann, tí at Kanada handtók ein stjóra hjá telerisanum Huawei.
Kina hevur tó víst aftur, at handtøkurnar eru poltiskt motiveraðar, og at talan er um eitt slag av aftursvari, skrivar Ritzau.
Michael Spavor og landsmaður hansara, Michael Kovrig, vórðu handtiknir í Kina stutt eftir, at fíggjarstjórin hjá Huawei, Meng Wanzhou varð afturhildin undir einari millumlending í Vancouver í Kanada í desember 2018. Í fjør varð Meng Wanzhou skuldsett fyri at njósning. Tað var um somu tíð, sum Spavor og Kovrig vórðu skuldsettir fyri tað sama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald