Í farna mánað ávaraði ST um vaksandi smittutalið í Sýria, sum framvegis er merkt av borgarakríggi. Har gongur seint at koppseta fólk fyri koronu, og minni enn tvey prosent av fólkinum eru koppsett.
Men herfyri fekk landið 1,3 milliónir skamtar við koppingarevni frá kinesiska Sinovac frá altjóða Covax-samstarvinum, og í gjár varð boðað frá, at uppaftur meira koppingarevni er á veg, skrivar The Guardian.
Kina hevur nevniliga avgjørt at lata 500.000 skamtar afturat til Sýria. Hetta verður koppingarevni frá kinesiska framleiðaranum Sinopharm. Sostatt fær landið so nærum tvær milliónir skamtar innan eina viku.
Hassan Ghabash, heilsumálaráðharri, sigur seg fegnast um stuðulin úr Kina, og heitir hann á fleiri sýrar um at lata seg koppseta.
Fleiri enn 46.000 smittutilburðir og 2.600 andlát eru skrásett í Sýria í sambandi við koronu, men hildið verður, at veruliga talið er nógv hægri. Uml. 18 milliónir fólk búgva í Sýria.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald