Í gjár varð boðað frá, at myndugleikarnir í Kina høvdu avgjørt at droppa kravið um negativa koronukanning fyri at sleppa inn í eitt nú matvøruhandlar, og nú verður boðað frá tíggju øðrum broytingum.
M.a. verður boðað frá, at myndugleikarnir linka sóttarhaldskrøvini.
Smittaðir persónar hava fyrr verið í sóttarhaldi undir eftirlitið, men framyvir kunnu persónar við mildum ella ongum sjúkueyðkennum vera í sóttarhaldi heima, og kunnu teir verða fluttir á sjúkrahús í góða tíð, um støða teirra gerst verri.
Broytingarnar í koronapolitikkinum hjá kinesisku myndugleikunum koma í kjalarvørrinum á stórum mótmælum, sum vóru um mánaðarskiftið november/desember.
Mótmælini verða mett at vera tey størstu, síðan Xi Jinping forseti kom til valdið í 2012. Tað byrjaði við einum minningarhaldi fyri 10 fólkum, sum lótu lív, tá eldur kom í ein bygning í býnum Urumqi í kinesiska Xinjiang-landslutinum síðst í november.
Býurin hevði verið afturlatin í fleiri mánaðir, og tað vóru avmarkingarnar, sum søgdust at vera orsøkin til, at sløkkiliðsbilar ikki kundu koma fram, áðrenn tað var ov seint.
Nýggjar leiðreglur eru eisini gjørdar fyri, nær lokalmyndugleikar skulu lata samfelagið aftur í sambandi við smittuútbrotum. Sambært CNN verður m.a. heitt á myndugleikar um ikki at lata aftur øki, sum ikki vera mett at vera í stórum vanda, og latast skal uppaftur, tá fimm dagar eru farnir uttan nýggjar smittutilburðir.
Eisini er bannað myndugleikunum at forða fólki í at nýta brandtrappur, og aðrar inn- og útgongir, so fólk hava møguleikan at fara út og leita sær læknahjálp um neyðugt.
Eisini verður lættari at ferðast millum landslutir í Kina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald