2022-01-17 15:00
Í fjør hevði Kina eitt metlágt burðartal, og fólkavøksturin – fólkafráflyting ikki tald við – var bert 0,034 prosent, ið er tað lægsta síðan 1960.
Sambært Reuters vórðu 7,52 børn fødd per 1.000 íbúgvar í 2021, ið er tað lægsta talið síðan 1949, tá skrásetingin byrjaði. Í 2020 vórðu 8,52 børn fødd per 1.000 íbúgvar.
Samlað vórðu 10,62 milliónir børn fødd í Kina í 2021, ið er nakað minni enn tær 12 milliónirnar í 2020.
Í 2016 strikaði Kina eittbarnspolitikkin, sum hevði verið galdandi í fleiri áratíggju fyri at loyva pørum at fáa sær tvey børn, og í fjør varð talið broytt til trý børn. Hetta, fyri at eggja fleiri til at fáa sær børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald