Tað byrjaði við einum minningarhaldi fyri 10 fólkum, sum lótu lív, tá eldur kom í ein bygning í býnum Urumqi í kinesiska Xinjiang-landslutinum, men um vikuskiftið mentist tað til stór mótmæli móti koronupolitikkinum hjá kinesisku myndugleikunum.
Urumqi, ið hevur uml. fýra milliónir íbúgvar, hevur verið afturlatin í yvir tríggjar mánaðir, og tað vóru koronuavmarkingarnar í býnum, sum sigast at vera orsøkin til, at sløkkiliðsbilar ikki kundu koma fram, so fólkini lótu lív, skriva fleiri miðlar.
Stórar mannamúgvur hava verið at sæð á gøtunum í fleiri kinesiskum stórbýum, m.a. í høvuðsstaðnum Beijing, Shanghai, Wuhan og í Urumqi, har vanlukkan hendi.
Umframt frælsi, krevja mótmælisfólkini eisini, at kommunistaflokkurin og forsetin, Xi Jinping skulu leggja frá sær.
Tíðindamaður hjá BBC handtikin í Shanghai
Mótmælið í Shanghai hevur m.a. elvt til samanbrestir millum mótmælisfólk og løgreglufólk, og bretski miðilin BBC sigur, at ein av tíðindafólkum teirra í Kina, Ed Lawrence varð álopin og handtikin av løgregluni í býnum.
BBC sigur, at tey harmast um viðferðina, sum tíðindamaður teirra fekk, meðan hann dekkaði mótmælini í Shanghai. Sambært bretska miðlinum varð hann afturhildin í fleiri tímar, áðrenn hann var leyslatin. Undir handtøkuni varð hann bæði sligin og sparkaður av løgregluni.
Hví hann varð handtikin at byrja við, sigur BBC ikki, men sambært talsfólki hjá kinesiska uttanríkismálaráðnum, eyðmerkti Ed Lawrence seg ikki sum pressufólk.
Ráðið sigur seg eisini hava sæð frágreiðingina hjá BBC, men hon endurspeglar ikki veruleikan, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald