Uttanlands

Kina: Nýggj lóg skal verja kvinnur á arbeiðsmarknaðinum

Tað skal ikki vera loyvt at spyrja inn til hjúnarstøðuna ella ætlanir um børn hjá kvinnuligum umsøkjarum, og tað skal heldur ikki vera loyvt at søkja eftir starvsfólki av ávísum kyni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-12-26 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Kina umhugsa tey at seta í gildi nýggjar reglur, sum hava til endamáls at forða fyri, at kvinnur verða fyri mismuni á arbeiðsmarknaðinum.

Sambært uppkastinum til eitt lógaruppskot, sum varð almannakunngjørt fríggjadagin, skal tað vera bannað at skriva í starvslýsingum, at mann leitar eftir starvsfólki av einum ávísum kyni.

Tað skal heldur ikki vera loyvt at spyrja inn til hjúnarstøðuna og ætlanir um børn hjá kvinnuligum umsøkjarum. Tað hevur annars verið vanlig mannagongd í fleiri áratíggju, skrivar Ritzau.

Orsakað av búskaparligu menningini í Kina seinastu mongu árini og fyrrverandi eittbarnspolitikkinum, hava kvinnur fingið nýggjar útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikar. Hóast hetta er talið á kvinnum í arbeiðaraskarðanum minkað, av tí at nógvir arbeiðsgevarar heldur vilja hava mannfólk í starvi.

Tað hoyrir eisini við til søguna, at fleiri kvinnur velja at vera heima og ansa eftir børnunum. Orsøkin til hetta er ofta væntandi ansingarmøguleikar til ein nøktandi prís.

Nýggi familjupolitikkurin í Kina hevur við sær, at pør nú sleppa at fáa upp til trý børn, og tí stúra mong fyri, at hetta fer at gera tað enn truplari hjá kvinnum at fáa arbeiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder