Uttanlands

Kina og ES á talgildum fundi

Hóast ES og Kina eru samd um, at kríggið í Ukraina er ein hóttan móti altjóða trygdini, tekur Kina ikki undir við revsitiltøkunum hjá vesturheiminum

Sum limur í ST-trygdarráðnum eigur Kina at taka ábyrgd og gera sín part, sigur Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini (Savnsmynd)

Sum limur í ST-trygdarráðnum eigur Kina at taka ábyrgd og gera sín part, sigur Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini (Savnsmynd)

2022-04-02 12:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár hittust Kina og ES á talgildum toppfundi um kríggið í Ukraina og altjóða trygd og búskap.

Á fundinum heitti ES á Kina um at leggja trýst á russiska forsetan, Vladimir Putin fyri at fáa ein enda á krígnum, tí tað tænir ongum, at hetta heldur á, sigur Charles Michel, ES-forseti, sambært Ritzau.

Hann leggur afturat, at Kina og ES eru samd um, at kríggið er ein hóttan móti altjóða trygdini.

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini sigur, at øll skulu gera sín part, og vænta tey, at Kina sum limur í trygdarráðnum hjá ST tekur ábyrgd og roynir at fáa Putin at steðga krígnum.

Á fundinum varð eisini gjørt greitt, at ES ikki fór at góðtaka, at Kina veitir Russlandi hernaðarhjálp ella ber sær undan at seta revsitiltøk í verk. Men sambært Ursulu von der Leyen gav Kina onga ábending um, at landið fór at stuðla revsitiltøkunum hjá vesturheiminum.

Sambært Reuters varð sagt úr Kina, at tey tóku undir við at fáa ein enda á krígnum í Ukraina, men at tey fóru at arbeiða uppá teirra máta.

Hetta var 23. ferð, at ES og Kina hittust á toppfundi. Seinast var í 2020, tá korona, veðurlagið og handilssamstarv var á dagsskránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder