Fríggjadagin fer kinesiski forsetin, Xi Jinping at hitta m.a. ES-forsetan, Charles Michel og forkvinnuna í ES-kommisjónini, Ursula von der Leyen á talgildum fundi.
Við sær á fundinum hevur Xi Jinping kinesiska forsætisráðharran, Li Keqiang, upplýsir kinesiska uttanríkismálaráðið sambært Ritzau.
Hetta er ein fundur, sum ferð eftir ferð er vorðin útsettur orsakað av støðuni í Ukraina, og tað verður eisini Ukraina, sum verður evnið á fundinum.
Vesturheimurin hevur sett revsitiltøk í verk ímóti Russlandi orsakað av krígnum í Ukraina, men Kina hevur ikki tikið undir við revsitiltøkunum, og ynskir Kina at varðveita handilssamstarvið við Russland.
Í vikuni segði russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov, at sambandið millum Kina og Russland ongantíð hevur verið betri.
Samráðingar millum Russland og Ukraina hava eisini verið í Instanbul seinastu dagarnar, og báðir partar søgdu í gjár eftir samráðingarnar, at teir høvdu gjørt framstig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald