Uttanlands

Kina revsar Nancy Pelosi

Nancy Pelosi og familja hennara verða umfatað av revisitiltøkum, men hvørji hesi eru, verður ikki upplýst – Í Kina finnast tey at forkvinnuni í amerikanska Umboðsmannatinginum fyri at hava vitjað í Taivan

Nancy Pelosi á vitjan í Taivan (Mynd: EPA)

Nancy Pelosi á vitjan í Taivan (Mynd: EPA)

2022-08-05 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kina revsar Nancy Pelosi, forkvinnu í amerikanska Umboðsmannatinginum fyri vitjan hennara í Taivan í vikuni.

Kinesiska uttanríkismálaráðið upplýsir, sambært Ritzau, at Pelosi og nærmasta familja hennara verða umfatað av revsitiltøkum. Hvørji hesi tiltøkini eru, verður ikki upplýst.

Talsfólk hjá ráðnum kallar vitjanina hjá Pelosi fyri provokerandi, leggja tey Pelosi undir at blanda seg í innanhýsis mál hjá Kina.

Á vitjan sínari í Taivan hitti Pelosi Tsai Ing-wen, forseta í Taivan, umframt at hon talaði fyri tjóðartingið í landinum. Kina hevði undan vitjanini ávarað henni ímóti at fara, og vórðu ávaringarnar endurtiknar, eftir at hon kom til Taivan.

Kina hevur revsað fleiri amerikonsk embætisfólk og politikarar seinastu árini, tá tey eitt nú hava funnist at Kina.

Í mars setti Kina í gildi fleiri innferðaravmarkingar fyri amerikonsk embætisfólk. Fyrrverandi amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Mike Pompeo sleppur eitt nú ikki at ferðast inn í Kina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder