Kina hevur sent út rúmdarrakettina Chang’e-5, sum skal heinta steinar av mánanum. Rakettin varð send út frá rúmdarstøðini á oynni Hainan.
Hetta er fyrsta ferðin í yvir 40 ár, at eitt rúmdarfar skal heinta tilfar av mánanum. Um ferðin eydnast, gerst Kina sostatt triðja landið eftir USA og Sovjetsamveldið í 1960’unum og 70’unum, sum fremja slíka ferð.
Mánafarið fekk navnið Chang’e-5 eftir eini søguligari kinesiskari mánagudinnu. Chang’e-5 varð skotin út við rakettini við navninum Langi marchurin 5. Fleiri túsund fólk fylgdu við, tá rakettin varð skotin út frá tropisku oynni Hainan sunnast í Kina.
Tað er herurin, ið stendur fyri kinesisku rúmdarætlanini. Í fjør lendi mánafarið Chang’e-4 á skuggasíðuni á mánanum.
Málið hjá Kina er í 2022 at kunna senda út eitt mannað rúmdarfar til mánan. Í Kina ferða rúmdarfarar kallaðir fyri taikonautar. Fyri at hetta skal eydnast, skal ein enn sterkari rakett framleiðast.
Endamálið hjá Chang’e-5 er at savna tilfar og steinar fyri at fáa meira at vita, hvussu mánin varð til. Tilsamans tvey kilo skulu savnast í økinum á mánanum, ið kallast Oceanus Procellarum – stormanna hav.
Tilfarið, ið savnað verður, verður skotið aftur til jarðar í einum hylki, sum eftir ætlan lendir í Innara Mongolia í desember, skrivar Reuters.
Kina hevur fyrr gjørt tvær væleydnaðar lendingar á mánanum. Í 2013 og í januar í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald