Uttanlands

Kina: Skúlanæmingar árendir - 39 ára gamal maður handtikin

Ógreitt er, hvussu nógv vórðu árend, men eingin var í lívsvanda – Í síðstu viku lótu 35 fólk lív, tá ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í kinesiska býnum býnum Zhuhai

Blómur í býnum Wuxi, har átta fólk lótu lív í einum kníválopi um vikuskiftið (Mynd: Reuters)

Blómur í býnum Wuxi, har átta fólk lótu lív í einum kníválopi um vikuskiftið (Mynd: Reuters)

2024-11-19 19:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein 39 ára gamal maður í kinesiska býnum Changde varð í dag handtikin, eftir at hann við bili sínum rendi á ein bólk av skúlanæmingum.

Næmingarnir vóru ávegis í skúla klokkan átta í morgun lokala tíð (á midnátt føroyska tíð), tá teir vórðu árendir av bilinum hjá 39 ára gamla manninum, upplýsir lokala løgreglan.

Tað er ógreitt, um bilførarin misti tamarhald á bilinum, ella um hetta var ein tilvitað gerð.

Hvussu nógvir næmingar fingu skaða verður ikki upplýst, men eingin var í lívsvanda, skrivar Ritzau.

Í Kina hava verið fleiri álop við knívi og akførum seinastu dagarnar.

Leygardagin vórðu átta persónar dripnir og 17 særdir í einum kníválopi á einum lærustovni í býnum Wuxi. Drápsmaðurin, ein 21 ára gamal lesandi, var m.a. illur um, at hann ikki fekk sítt prógv. Orsøkin sigst at vera, at hann ikki hevði staðið fleiri av sínum próvtøkum.

Mánadagin í síðstu viku koyrdi ein bilur inn í eina mannamúgvu í býnum Zhuhai. Har vórðu í minsta lagi 35 dripin, og 43 særd.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder