Uttanlands

Kina: Sleppa bert at spæla telduspøl hálvan annan tíma um dagin

Ein nýggj lóg ásetur mark fyri, hvussu leingi børn kunnu spæla telduspøl, og hvussu nógvar pengar tey kunnu brúka uppá spøl á netinum

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-12-26 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú sleppa børn í Kina ikki longur at spæla telduspøl meira enn hálvan annan tíma um dagin.

Sambært nýggjari lóg frá november, sleppa børn bert at spæla telduspøl hálvan annan tíma gerandisdagar og tríggjar tímar leygardag og sunnudag.

Børn sleppa heldur ikki at spæla teldu millum klokkan 22 um kvøldið og klokkan 8 um morgunin.

Eisini er eitt mark ásett fyri, hvussu nógvar pengar tey sleppa at brúka um mánaðin til spøl á netinum.

Sambært lógini, sleppa børn undir 16 ár bert at brúka tað, sum svarar til uml. 200 krónur um mánaðin til spøl á netinum, meðan tey 16-18 ára gomlu í mesta lagi sleppa at brúka uml. 400 krónur.

Sambært DR er orsøkin til nýggju lógina, at kinesiski forsetin, Xi Jinping, er komin við almennum atfinningum móti ovurnýtslu av telduspølum, sum hann heldur kunnu hava neiliga ávirkan á sjónina.

Men tað er ivasamt, um nýggja lógin fer at rigga, og um hon yvirhøvur er neyðug. Børn í Kina hava nevniliga longu nú lítið av frítíð, av tí at tey brúkta nógva tíð til skúlagongd, eykaundirvísing og skúlating.

Á sosialu miðlunum í Kina finnast nógv at nýggju lógini, og undrast fólk m.a. á, hvussu kinesiska stýrið ætlar at handhevja lógina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder