Kina fer framyvir at skráseta fólk, sum stuðla sjálvræðið hjá Taivan sum brotsmenn, og tann skrásetingin verður lívlang, sigur talsfólk hjá Taivan-skrivstovuni hjá Kina.
Hetta er fyrstu ferð, at Kina fer at revsa fólk, sum stýrið í Beijing metir stuðlar sjálvræðið hjá Taivan, skrivar Ritzau.
Fríggjadagin varð navn eisini sett á teir fyrstu persónarnar, sum eru skrásett sum brotsmenn fyri at stuðla Taivan. Millum teir eru Su Tseng-chang, forsætisráðharri í Taivan, og Joseph Wu, uttanríkismálaráðharri í Taivan.
Tey, sum verða skrásett, sleppa ongantíð at vitja Kina, Hong Kong ella Makau. Tey fáa heldur ikki loyvi at samstarva við myndugleikar ella fólk á kinesiska meginlandinum. Fyritøkur ella bólkar, sum stuðlar teimum fíggjarliga, fáa heldur ikki loyvi at forvinna pening í Kina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald