Í minsta lagi 13 fólk hava í dag latið lív og í minsta lagi 16 fólk eru saknað, eftir at tropiska ódnin Lekima rakti Kina sunnanfyri Shanghai.
Hús og trø vórðu javnað við jørðina, og fleiri enn ein mió. fólk eru flutt burtur úr rakta økinum. Talan er um fleiri enn 250.000 í Shanghai og 800.000 í Zheijiang-landspartinum, har í minsta lagi 2,72 mió. húsarhøld mistu streymin.
Sambært politiken hava fleiri túsund hús fingið skaða.
Fleiri túsund flogfráferðir eru eisini avlýstar orsakað av tropisku ódnini. Ódnin elvdi eisini til, at fleiri flogferðir úr Taiwan vórðu avlýstar, og at handlar máttu steingja.
Shanghai Disneyland mátti eisini steingja, og nógvar tokferðir vórðu eisini avlýstar.
Shanghai er størsti býur í Kina við 23,4 mió. íbúgvum.
Í septembur í fjør varð kinesiska meginlandið rakt av ódnini Mangkhut, og fleiri enn tvær mió. fólk vórðu flutt burtur úr økinum, og í minsta lagi 59 fólk lótu lív í Hongkong, Macau og í norðara partinum av Filipsoyggjunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald