Uttanlands

Kina vil hava tættari samstarv við Norðurkorea

Tað sigur kinesiski forsetin í brævi til norðurkoreanska leiðaran

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-11-26 13:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kinesiski forsetin, Xi Jinping hevur sent bræv til norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, har hann ger greitt, at hann ynskir at styrkja samstarvið millum lond teirra á fleiri økjum.

Tað skrivar tíðindastovan Reuters, ið endurgevur norðurkoreanska miðilin KCNA.

Brævið hjá kinesiska forsetanum er eitt aftursvar til lukkuynski frá Kim Jong-un í sambandi við, at Xi Jinping herfyri tryggjaði sær eitt triðja valskeið sum leiðari fyri kommunistiska flokkin.

Sambært brævinum er Kina sinnað at samstarva við Norðurkorea í tíðum, "tá heimurin broytist og søga verður skrivað á óhoyrdan hátt".

Kina er m.a. sinnað at samstarva við Norðurkorea um at økja um trygdina í økinum umframt at samstarva við Norðurkorea um at økja um altjóða trygdina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder