Tað er bert stýrið í Kina, sum kann taka støðu til stjórnarskipanarspurningar í Hongkong. Dómstólarnir í Hongkong hava ikki heimild til at taka støðu til spurningin sum rættin at bera grímu.
Tað sigur ein talsmaður fyri stjórnarvaldið í Kina, sambært almennu Xinhua tíðindastovuni.
Tí er tað bert nevndin fyri Fólkakongressina sum kann gera av, um lógir í Hongkong eru í tráð við stjórnarskipanina í býnum ella ikki, stendur í fráboðanini.
- Ongin annar stovnur hevur heimild til at koma við dómum ella avgerðum, sigur Jian Tiewei, sum er talsmaður fyri fólkakongressina.
Hægstirættur í Hongkong segði í gjár, at eitt bann móti at bera grímu er í stríð við stjórnarskipanina fyri økið, kallað ”Basic Law”.
Stjórnin í Hongkong, sum er lýðin stýrinum í Kina, setti í oktober í verk bann fyri at bera grímur orsaka av ófriðinum.
Tað var undir Basic Law, at Hongkong í 1997 fór frá at vera eitt bretskt krúnuhjáland til at vera eitt serliga umsitingarligt øki í Kina, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald