Hesa vikuna hevur kommunistiski flokkurin í Kina havt floksting, og í hesum sambandi varð Xi Jinping afturvaldur sum aðalskrivari fyri flokkin.
Harvið hevur hann so gott sum tryggjað sær enn eitt valskeið sum forseti, tá forseti skal útnevnast í mars.
Xi hevur verið forseti í Kina síðan mars 2013, og hevur hann sostatt verið í embætinum í nærum eitt áratíggju.
Sambært Ritzau verður Xi mettur at vera máttmiklasti leiðarin, sum Kina hevur havt, síðan Mao Zedong stóð á odda fyri landinum. Í 2018 syrgdi hann fyri at fáa avtikið markið fyri, hvussu leingi ein forseti kann sita. Áðrenn var markið tvey valskeið.
– Eg ynski hjartaliga at takka øllum flokkinum fyri ta álit, tit hava víst, segði Xi eftir at hava fingið fimm ár afturat sum aðalskrivari hjá kommunistaflokkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald