Kinesiskir myndugleikar vátta nú, at ein ókend ballón, sum í gjár varð sædd yvir Suðuramerika, er kinesisk. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Eitt talsfólk fyri kinesiska uttanríksiráðið sigur, at talan er um eina ballón til sivilt endamál.
Talsfólkið vísir á, at ballónin fór av kós, og at hon nú av óvart er flogin yvir Suðuramerika og Karibia, skrivar AFP.
Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at ein kinesisk ballón er sædd í fremmandum loftrúmi.
Í farnu viku skjeyt eitt amerikanskt hernaðarflogfar eina ballón niður, tí hildið varð, at hon var brúkt til njósningarendamál. Eisini her ljóðaði frágreiðingin frá kinesiskari síðu, at talan var um eina ballón, ið varð brúkt til sivilt endamál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald