1. juni lat kinesiski stórbýurin Shanghai uppaftur eftir at hava verið stongdur í tveir mánaðir orsakað av omikron-frábrigdinum av koronu, og mánadagin letur kinesiski høvuðsstaðurin Beijing eisini meira uppaftur.
DR skrivar, at borgarar í Beijing í komandi viku aftur sleppa at eta inni á matstovum og fara til arbeiðis. Í summum økjum skulu borgarar tó framvegis arbeiða heimanifrá.
Tað verður eisini framvegis krav at kunna vísa á eina negativa pcr-kanning, sum ikki er meira enn 72 tímar gomul, um ein ynskir at ferðast á almennum støðum ella nýta almennar flutningsmøguleikar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald