Uttanlands

Kinesiskt felag sleppur ætlanini at bjóða upp á floghavnir

Trupulleikar at skaffa starvsfólkum innferðarloyvi til Grønlands er orsøkin

(Mynd: Kalaallit Airports / Sermitsiaq)

(Mynd: Kalaallit Airports / Sermitsiaq)

2019-06-04 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kinesiska byggifyritøkan CCCC sleppur nú ætlanini um at bjóða upp á at byggja nýggju floghavnirnar í Nuuk og Illulissat í Grønlandi.

Tað skrivar blaðið Sermitsiaq.

Avgerðin er tikin, tí byggifyritøkan ikki heldur, at hon fær møguleika at bjóða upp á somu vilkor sum hini feløgini, tí tað er trupult at fáa starvsfólkini til Grønlands.

- Vit bjóða ikki upp á tær báðar verkætlanirnar í Nuuk og Ilulissat, sigur Debin Song, stjóri hjá CCCC, sum stendur fyri China Communications Construction Company, við blaðið.

CCCC  var eitt av seks feløgum, sum høvdu fingið unndaninnbjóðing til at bjóða upp á arbeiðsuppgávuna.

Felagið hevurhavt trupulleikar við at fáa innferðarloyvi til verkfrøðingar, sum felagið ætlaði at senda til Grønlands í sambandi við at tilboðið skuldi gerast. Nú óttast felagið, at sama fer at gera seg galdandi fyri starvsfólk felagsins, um tey skuldu vunnið útbjóðingina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder