Jack Ma, kinesiskur milliardingur og stovnari av risanethandlinum Alibaba stuðlar framvegis sonevndu 996-skipanina. Eftir henni skulu starvsfólk arbeiða frá klokkan 9 á morgni til klokkan 9 um kvøldið 6 dagar um vikuna.
Tað er hendan skipanin, sum hevur elvt til nógv kjak í kinesisku miðlunum seinastu tíðina.
Richard Liu, stjórin fyri JD.com, stuðlar eisini skipanini.
Fríggjadagin segði Jack Ma, at tað fyri starvsfólkini var eitt vælsignilsi og ein heiður at arbeiða 12 tímar 6 dagar um vikuna. Richard Liu segði, at búskaparvøksturin í Kina hevur økt um talið av "dovnum fólkum".
Samstundis verður boðað frá, at JD.com fer at gera niðurskerjingar.
Richard Liu stovnaði fyritøkuna, sum seinni gjørdist til JD.com í 1998, og sambært honum, plagdi hann at seta vekjaran at vekja seg hvønn 3. tíma fyri at tryggja sær, at hann kundi bjóða viðskiftafólki tænastu alt samdøgrið.
- Talið av dovnum fólkum er økt. Um henda gongdin heldur fram, hevur JD ongar vónir. Og fyritøkan verður sparkað av marknaðinum, sigur Richard Liu, sambært BBC.
Jack Ma stovnaði Alibaba í 1999, og fyritøkan hevur verið rópt "Tað kinesiska eBay", og er Alibaba vorðið eitt av heimsins størstu fyritøkum.
Virðið á fyritøkuni er í løtuni uml. 490 mia. dollarar, og mett verður, at Jack Ma sjálvur eigur einar 40 mia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald