Uttanlands

Kinesiskur sendiharri hóttir eisini Týskland

Tað er ikki einans Føroyar, ið kinesiskir sendiharrar royna at trýsta

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-12-17 14:11 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Tað er ikki einans á fundi við føroyingar, at kinesiskir sendiharrar samantvinna handilssamband og 5G tøkni frá Huawei.

DR skrivar at í samband við eitt tiltak hjá týska vinnulívmiðlinum Handelsblatt, hótti kinesiski sendiharrin í Týsklandi, Wu Ken, fyrr í vikuni við afturløning um Huawei verður útilokað frá týska marknaðinum í samband við uppbyggingini av einum komandi 5G neti.

-Tað fær avleiðingar, um Týskland tekur eina avgerð, ið førir til, at Huawei verður útilokað frá týska marknaðinum segði sendiharrin, Wu Ken, í samrøðu við týska uttanríkismálaráðharran Sigmar Gabriel.

Wu Ken segði á einum fundi við vinnulívsmiðilin, at tað kann fáa avleiðingar fyri útflutningin av týskum bilum til Kina, sambært Børsen.

- Kunnu vit ein dag siga, at hesir týsku bilarnir ikki longur eru tryggir, tí at vit sjálvi kunna framleiða bilar? Nei tað vildi verið klár og týðilig tollverja.

Týski bilídnaðurin útflytur á hvørjum ár fyri umleið 125 milliardir krónur til Kina.

Sambært Berlingske eru eisini dømir uppá, at kinesarar hava lagt trýst á Stóra Bretland og Kanada fyri at fáa tey at velja Huawei sum 5G veitara.  

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder