Í januar varð kioskin hjá Astu flutt til umvælingar, og skjótt verður hon aftur at síggja á Vaglinum.
Kioskin varð bygd í 1930unum av pápa Astu inni á stovugólvinum hjá Jens Næs við Hoydalsvegin. Kioskin varð teknað av arkitektinum H.C.W. Tórgarð, ið m.a. teknaði Sjónleikarhúsið, Amtslæknahúsnini og Sjómansheimið (nú Hotel Tórshavn).
Asta Jacobsen var 15 ára gomul, tá ið hon yvirtók kioskina frá pápanum í 1945. Tá ið hon fylti 18 ár, byrjaði Asta at standa í kioskini, og hevur staðið har nærum uttan íhald til nú, hon legði frá sær 87 ára gomul.
Tað er Martin Tórgarð, abbasonur H.C.W. Tórgarð, sum stendur fyri arbeiðnum, og hann metti ikki, at kioskin var til at bjarga, men hon verður endurreist í upprunalíki og eftir mátinum á gomlu kioskini.
Einans tvey ting verða endurnýtt úr gomlu kioskini, stjørnuloftið og eyðkendi gulltoppurin.
- Kioskin er ikonisk og hevur eina sál og er verd at varðveita, segði Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist, sum hevur yvirtikið kioskina, í Degi & Viku í gjár.
- Tað eru ikki øll støð, sum eru verd at varðveita, men kioskin hjá Astu er heilt víst verd at varðveita, segði hann.
Sambært Gist & Vist verður nýggja kioskin væntandi at síggja á Vaglinum um góðar tvær vikur.
Sí innslagið úr Degi & Viku her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald