Í dag flytir ein sermerkt býarmynd úr miðbýnum í Havn. Kioskin hjá Astu við Tinghúsvøllin verður flutt niðjan í eina høll á Sandvíkarhjalla, har hon skal høvuðsumvælast.
Og í apríl verður kioskin aftur at síggjast í miðbýnum, tá umvælda kioskin letur uppaftur við góðgæti, bøøðum, kaffi og panini, sum kann njótast á eini terassu uttanfyri.
Hetta upplýsir felagið Gist & Vist í tíðindaskrivi sínum, kallað #meiraavtígóða.
Í summar frættist, at Gist & Vist hevði yvirtikið kioskina hjá Astu Jacobsen á Vaglinum í Havn. Nú verður so farið undir at høvuðsumvæla eyðkendu býarmyndina so hon kann lata upp aftur í sama líki, reyð og hvít við bláum hatti, í apríl.
Kioskin á Vaglinum, ella kioskin hjá Astu, ið hon vanliga verður nevnd, varð bygd í 1934 av pápa Astu inni á stovugólvinum hjá Jens Næs við Hoydalsvegin. Kioskin varð teknað av navnframa arkitektinum H.C.W Tórgarð, ið m.a. teknaði Sjónleikarhúsið, Amtslæknahúsnini og Sjómansheimið (nú Hotel Tórshavn). Nú kioskin verður høvuðsumvæld, verður tað Martin Tórgarð, abbasonur H.C.W Tórgarð, ið stendur fyri arbeiðinum.
Asta var 15 ára gomul, tá ið hon tók yvir kioskina frá pápanum í 1945. Tá ið hon fylti 18 ár, byrjaði Asta at standa í kioskini, og hevur staðið har nærum uttan íhald til nú, hon legði frá sær 87 ára gomul.
Asta Jacobsen uttan fyri kioskina (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Asta Jacobsen í práti við táverandi borgarstjóran, Heðin Mortensen (Mynd: torshavn.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald