Mentan

Kira Skov “Spirit Tree” feat. Mette, Eivør & Teitur

Danska sangarinnan framførir í Norðurlandahúsinum og Mentanarhúsinum saman við donskum og føroyskum gestum: Eivør Pálsdóttir, Teitur Lassen & Mette Lindgren

2022-04-17 14:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá korona rakti heimin og fólk sótu avbyrgd hvør frá øðrum, fór danski sangarin og sangskrivarin Kira Skov undir at brúka sín tónleik til at knýta sambond. Sambond við tónleikarar og sangarar, sum hon antin hevði arbeitt saman við, kendi ella metti høgt. Saman við teimum ynskti hon at skapa meining í eini tíð, sum onga meining tyktist at geva.

Hóast frástøðu eydnaðist henda framsøkna verkætlan. Øll vildu vera við, og úrslitið bleiv ein hugvekjandi og fjølbroytt útgáva við íkasti frá sangarum og tónleikarum so sum Jenny Wilson, Mark Lanegan, Bonnie Prince Billy, John Parish, Bill Callahan, Lionel Liminana, Mette Lindberg, Marie Fisker, Stine Grøn og Steen Jørgensen.

Útgávan, sum eitur “Spirit Tree”, hevur fingið ómetaliga góð ummæli í Danmark.

Á konsertunum í Føroyum verða umframt donsku Mette Lindberg føroysku Eivør Pálsdóttir og Teitur Lassen eisini við.

Kira sigur soleiðis um at koma til Føroya:

- Eg havi altíð kent med drignan av Føroyum. Klettar, mos og dreymatokur. Vakra, magnfulla og skiftandi náttúran er higartil einans havi sæð á myndum. Tí er tað ein stór gleði fyri meg at kunna halda tvær konsertir í mínum dreymalandi við duettunum frá Spirit Tree.

Kira Skov hevur seinastu 20 árini savnað ein stóran fylgjaraskara í Danmark. Hon hevur havt eina fjølbroytta yrkisleið og hevur altíð lagt stóran dent á samstarv í sínum tónleiki. Í bólkinum, sum spæla á Spirit Tree eru umframt Kiru og solistarnar: Silas Tinglef á trummum og gittar, Anders ‘AC’ Christensen á bass og klaver, Oliver Hoiness á gittar og tangentum og Maria Jagd á violin.

Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 22. apríl og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið 23. apríl. Konsertirnar eru fingnar í lag í samstarvi við Puls – nordisk Livemusik. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder