Innanlands

Kirvi tekur nú fetið inn á danska marknaðin

Skjótt verður møguligt at fáa fatur á serstaka vatninum úr Sumbiarfjøllunum í donskum handlum. Hesum boðar Kirvi frá. Fyritøkan, ið hevur heimstað í Lopra, hevur fingið avtalu í lag við danska heilsølu, skrivar vp.fo

Talan er um tríggjar ymiskar vørur, ið koma á danska marknaðin (Mynd: Kirvi)

Talan er um tríggjar ymiskar vørur, ið koma á danska marknaðin (Mynd: Kirvi)

2022-01-03 19:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2012 byrjaði fyritøkan Kirvi sítt virksemi, sum fyrstu trý árini "bert" fevndi um at veita kølaraloysnir til fyritøkur og stovnar. Í 2015 varð byrjað við at framleiða smáar fløskur, ið komu á marknaðin, og sum síðani hava verið vælumtóktar.

Nú verður skjótt møguleiki fyri at fáa fatur á serstaka vatninum úr Sumbiarfjøllunum í Danmark. Hesum boðaði Kirvi fráá Facebook-síðu sínari, í samband við at ynskt varð gott nýggár.

- Vónirnar fyri 2022 eru góðar, og longu fyrst í komandi ári verða fyrstu fetini tikin inn á danska marknaðin.

Heimasíðan vp.fo skrivar, at Kirvi  hevur fingið avtalu í lag við danska heilsølu, sum serliga leggur seg eftir at selja drykkivørur, og at fyrstu fløskurnar blivu framleiddar millum jóla og nýggjar.

Kirvi hevur heimstað í Lopra, har øll framleiðslan er - fram til 2019 var vatnið sent til Danmarkar at lata á smáar fløskur. Fyritøkan flytur vatn út til fleiri lond í Evropa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder