2021-09-22 10:28
Kirkjan á Grímsey, oynni út fyri norðurstrond Íslands, brendi í grund í nátt.
Morgunblaðið skrivar, at eldurin kyknaði stutt fyri midnátt í gjárkvøldið, og eftir bert 20 minuttir var hon brend í grund.
Grímseyarkirkja er frá 1867 og varð bygd út í 1932.
Brandovastin á Grímsey sigur við mbl.is, at helst er eldurin kyknaður av breki í ravmagnsskipanini, kanska einum av el-ovnunum, sum hitaði kirkjuna upp.
Serfrøðingar frá løgregluni á Norðurlandinum fara í dag út í Grímsey fyri at kanna brandstaðið nærri.
Umleið 60 fólk búgva fast á Grímsey.
Grímseyarkirkja varð bygd í 1867 og útbygd, millum annað við torni, í 1932
(Mynd: Morgunblaðið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald