Mentan

Kirkjan í Funningi letur dyrnar upp

Mánadagin 9. august fer formaðurin í kirkjuráðnum, Sámal P. Petersen at greiða frá Funnings kirkju og hvønn týdning hon hevur havt fyri fólkið í Funningi

2021-08-06 18:23 Author image
Innsent
placeholder

Mánadagin 9. august verður tiltak í Funningi. Tað er formaðurin í kirkjuráðnum, Sámal P. Petersen, ið fer at greiða frá Funnings kirkju og hvønn týdning hon hevur og hevur havt fyri fólkið í Funningi og nærhendis. Aftan á løtuna í kirkjuni gongur leiðin niðan í gamla skúlan, har Jútta borðreiðir við vælsmakkandi pannukøkum og kaffi.

Funningur er ein gomul bygd, um ikki tann elsta í Føroyum. Gomul staðarnøvn, toftir, Grímur Kamban og gamla kirkjan bera boð um, at Funningur hevur eina ríka søgu. Grímur Kamban sigst vera fyrsti landnámsmaðurin. Hann kom higar umleið ár 825, og tað hevur altíð verið ført fram, at hann tók land í Funningi. ‘Landið var funnið’

Niðri á Hólma skilur áin kirkjuna frá kirkjugarðinum, áðrenn hon um ósan rennur út í fjørðin. Funnings kirkja er ein av teimum tíggju listarligu trækirkjunum, sum framvegis standa uppi. Hon er fimta kirkja á Hólma. Óvist er, nær fyrsta kirkjan varð bygd. Tó vita vit, at tann fyrsta var tikin niður í 1690, so nýggj kundi byggjast í staðin.

Tað er Visit Runavík saman við fólki úr bygdini, ið skipa fyri. Tiltakið byrjar kl. 14.00 mánadagin 9. august í kirkjuni. Neyðugt er at bíleggja sær pláss, og kann hetta gerast á booklocal.fo >eysturoy>upplivingar. Túrurin er væl hóskandi til allar aldursbólkar.

Vilja fólk hava nærri kunning, ber til at seta seg í samband við Visit Runavík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder