Í samband við, at tað sunnudagin 1. desember er 1. sunnudagur í advent, byrjar henda dagin ikki bert tíðin við jólastákan og jólahugna, men eisini eitt nýtt kirkjuár. Hesin sunnudagur er sostatt ikki bert merktur av, at jólini nærkast í hvørjum, men eisini av, at nýggja kirkjuárið byrjar við teim fýra adventssunnudøgunum.
At gamla kirkjuárið endar – og at eitt nýtt byrjar, verður hildið í Havnar kirkju við tiltakinum “Kirkjuárið endar og byrjar”. Á skránni eru felagssálmar til hvørja tíð í kirkjuárinum, tónleikur og hugleiðing um kirkjuárið.
Bergtórur Hjelm Bjarkhamar fer at hava hugleiðing um kirkjuárið. Sangarar úr kórinum Glymi og Kristiliga sangkórinum eru forsangarar. Tónleikarar fara at spæla til felagssangin saman við orglinum. Eisini verður kórsangur og tónleikur á skránni.
Øll er hjartaliga vælkomin at syngja kendu felagssálmarnar.
Aftan á tiltakið eru øll bjóðað til kaffi í Kirkjustovu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald