Innanlands

Kirkjugarðurin á Nesi skal víðkast

Avtalav er gjørd við byggifyritøkuna Falkon um at gera arbeiðið

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2023-12-20 19:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nes kommuna og Falkon hava skrivað undir sínámillum avtalu um víðkan av kirkjugarðinum á Nesi.

Arbeiðið byrjar fyrst í komandi ári, og tá verður kirkjugarðurin víðkaður við umleið 1.400 fermetrum. Seinasta útbyggingin av kirkjugarðinum var liðug í 2001, men nú er neyðugt at taka stig til enn eina víðkan.

Í avtaluni við Falkon er eisini ásett, at fyritøkan tekur sær av at gera eitt p-øki í Gerðinum, leingja Lýðarsveg til tess at fáa trý nýggj grundøki í ovaru síðu og harafturat breiðka ein part av Regnavegnum. Hetta er ein stórur fyrimunur, tí so kann nakað av tilfarinum frá hesum arbeiðum brúkast til víðkanina av kirkjugarðinum, skrivar Nes kommuna á heimasíðu síni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder