Kirkjugarðurin í Hósvík skal víðkast

Avtala gjørd um ráðgeving, projektering, útbjóðing, eftirlit og byggileiðslu

2022-02-09 15:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sunda kommuna fer nú undir at víðka um kirkjugarðin í Hósvík, ið er vorðin ov lítil.

Kommunan hevur í dag gjørt avtalu við Martin E. Leo verkfrøðingar, um at veita ráðgeving, projektering, útbjóðing, eftirlit, byggileiðslu og uppfylging viðvíkjandi útbygging og víðkan av kirkjugarðinum.

Útbyggingin av kirkjugarðinum verður framd í trimum stigum. Fyrsta byggistig verður boði út seinni í hesum mánaðinum og arbeiði fer í gongd beinanvegin. 2. og 3. byggistig skulu verða liðug í seinasta lagi 2024.

[object Object] 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder