Hoyvíkingar hava nú fingið egnan kirkjugarð. Seinnapartin í gjár varð kirkjugarðurin uttan fyri ringvegin í Hoyvíkshaga vígdur av Theodor Eli D. Olsen, sóknarpresti við Hoyvíkar kirkju.
Kirkjugarðurin liggur norðan fyri uttara ringvegin í leinging av Dalinum Langa, eitt hugnaligt friðað øki, sum gongur frá økinum har kirkjan og skúlin í Hoyvík liggur og niðaneftir.
Kirkjugarðurin liggur 950 metrar í beinari linju frá kirkjuni og samkomuhúsinum Oasuni við Kirkjustræti í Hoyvík og eitt líti sindur longri frá komandi salinum hjá Brøðrasamkomuni. Teinurin frá kirkju til kirkjugarð er sostatt 300 metrar styttri enn teinurin er úr Havnar kirkju og út til kirkjugarðin við Landavegin, vísti Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskiparnevnd Tórshavnar býráð á í røðuni hon, helt í sambandi við vígsluna.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Theodor Eli D. Olsen stóð fyri vígsluni av nýggja kirkjugarðin eftir at væl mannaða fylgið hevði gingið runt kirkjugarðin meðan tey sungu sálmar, eins og siður er til slík hátíðarhald.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Fleiri myndir frá vígsluni er at síggja á Facebook-síðuni hjá Tórshavnar kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald