2019-08-23 17:44
Nýggi kirkjugarðurin í Hoyvík verður vígdur seinnapartin mikudagin, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Tað er byggifelagið Konsax, sum hevur verið heildararbeiðstakari í sambandi við nýggja kirkjugarðin hjá hoyvíkingum.
Í kirkjugarðinum verða um 500 gravir tøkar. Uttanfyri eru 72 parkeringspláss og arbeiðshús til gravaran, har tað eisini er alment vesi.
Snotiligt hús til gravaran, har tað eisini er alment vesi (Mynd: torshavn.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald