2026-07-03 18:47
Kirkjugarðurin varð upprunaliga gjørdur í 1980 og er síðani víðkaður tvær ferðir – í 1995 og aftur í 2010. Roknað verður við, at um 2-3 ár eru eingi tøk pláss eftir, og tí er nú aftur neyðugt at fara undir at víðka um kirkjugarðin sum skjótast.
Arbeiðið at víðka kirkjugarðin varð boðið út í apríl í ár, og tá freistin var farin, vóru fimm góðkend tilboð. Articon átti lægsta boðið, og tí varð mælt til, eins og samtykt á býráðsfundi hjá Tórshavnar býráð í juni, at fara undir samráðingar við Articon um at gera arbeiðið.
Arbeiðið byrjar í august og tekur væntandi umleið eitt ár.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald