Innanlands

Kirkjugarðurin í Vági verður víðkaður

Hetta inniber millum annað eisini at gera eina gøtu millum gamla og nýggja partin av kirkjugarðin, og eisini skal ein vegur og eitt vendipláss til líkbilin gerast, so tað er lættari at sleppa framat, tá jarðarferðir eru

Í verandi stund eru ikki nógvir gravstaðir eftir í núverandi kirkjugarði, og tí verður kirkjugarðurin í Vági so líðandi víðkaður við einum nýggjum parti (Mynd: vagur.fo)

Í verandi stund eru ikki nógvir gravstaðir eftir í núverandi kirkjugarði, og tí verður kirkjugarðurin í Vági so líðandi víðkaður við einum nýggjum parti (Mynd: vagur.fo)

2022-05-05 21:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í verandi stund eru ikki nógvir gravstaðir eftir í núverandi kirkjugarði, og tí verður kirkjugarðurin í Vági so líðandi víðkaður við einum nýggjum parti.

Hetta skrivar Vágs Kommuna á heimasíðu sínari.

Tekniska toymi er farið í gongd, og higartil eru gøtur og fleiri gravstaðir gjørdir.

Ein norður og suður gøtu skal gerast millum gamla og nýggja partin av kirkjugar, og so skulu viðurskiftini viðvíkjandi atkomu eisini betrast. Talan er um ein veg, og eitt vendipláss til líkbilin skal eisini gerast. Hetta fyri at betra um atkomu tá jarðarferðir eru.

Víðkanin av kirkjugarðinum fevnir eisini um nýggjar trappur frá vegnum og til nýggju gøturnar, skrivar vagur.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder