Innanlands

Kirkjuliga Missiónsfelagið fær vitjan úr Danmark á ársmøtinum um vikuskiftið

Søren Skovgaard Sørensen, aðalskrivari í Luthersk Mission í Danmark, verður høvuðstalari á ársmøtinum við Landavegin í Havn

Søren Skovgaard Sørensen

Søren Skovgaard Sørensen

2019-09-24 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í døgunum 27. - 29. september, fríggjadagin til sunnudagin, er ársmøtið hjá Kirkjuliga Missiónsfelagnum á skránni. Tað veðrur í ár við við Landavegin í Havn.

Høvðustalarin verður Søren Skovgaard Sørensen. Hann er aðalskrivari í Luthersk Mission í Danmark - eitt starv ið hann hevur røkt í trý ár. Søren Skovgaard Sørensen er av Bornholm og hann hevur verið áður verið sóknarprestur í Græsted í Norðursjællandi í seks ár, og árini 2004-2008 var hann trúboðari í Etiopia. Á ársmøtinum fer hann at hava tvey møti og tveir bíbliutímar um Kolossubrævið í Nýggja testamenti.

Øll skráin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder