
2. november var kirkjuráðsval, har 238 valevni stillaðu upp í teimum 23 kirkjusóknunum.
28.125 fólk høvdu valrætt, og 7.305 fóru á val.
Á seinasta kirkjuráðsvali fyri fýra árum síðani høvdu 26.670 fólk valrætt, og 7.539 atkvøddu í teimum 22 kirkjusóknunum. Hetta svarar til eina valluttøku á 28,27 prosent. 215 stillaðu upp tá.
Hesuferð var enn ein kirkjusókn, har talið av limum varð komið uppum 500 – Sands kirkjusókn, men verður hon ikki tald við, var talið á limum, sum høvdu valrætt í ár, 27.774, og talið á limum, sum atkvøddu 7.268.
Hetta svarar til eina valluttøku á 26 prosent, sum er tvey prosent lægri enn fyri fýra árum síðani, hóast 1.104 fleiri veljarar høvdu valrætt.
Hægsta valluttøkan fyri fýra árum síðani var í Gøtu – 44,38 prosent – og á Nesi, har 44,29 prosent valdu, og aftur í ár var tað í Gøtu, at hægsta valluttøkan var.
Valluttøkan í Gøtu 2. november var 45 prosent. Næsthægsta valluttøkan var í Leirvík, á Skála og í Sandavági. Har var valluttøkan 40 prosent.
Valluttøkan í kirkjunum í høvuðsstaðnum var tann lægsta. Í Vesturkirkjuni og Havnar kirkju var hon ávikavíst 17 og 18 prosent.
Meira um úrslitini frá kirkjuráðsvalinum sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald